ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini
Vinna

Vindfelagið í Húsahaga kom burtur úr 2025 við einum halli eftir skatt upp á 38,8 milliónir krónur. Til samanberingar var hallið 3,1 milliónir krónur í 2024. Nettosølan fall úr 10,1 milliónum krónum í 2024 niður í 3,1 milliónir krónur í 2025, og rakstrarúrslitið gjørdist minus 35,3 milliónir krónur.

Sambært leiðslufrágreiðingini var framleiðslan av ravmagni úr vindorku í Húsahaga nógv darvað í 2025. Samlaða vindorkuframleiðslan í Føroyum var fýra prosent lægri enn árið fyri, men myllurnar í Húsahaga framleiddu munandi minni enn vanligt, tí tær hava verið raktar av generatorbreki, sum krevja umfatandi umvælingar. Úrtøkan í Húsahaga var 7,1 GWh í 2025, samanborið við 17,4 GWh í 2024.

Felagið upplýsir, at avroknaða framleiðslan var 7,1 GWh í 2025, og at harumframt vóru 1,8 GWh í møguligari framleiðslu, sum ikki kom til høldar vegna niðurregulering. Sølan av elorku fall úr 10,1 milliónum krónum í 2024 til 3,1 milliónir krónur í 2025.

Tann størsta einstaka orsøkin til stóra hallið er tó niðurskriving. Felagið hevur niðurskrivað 28,3 milliónir krónur upp á støðisognirnar, tað er fyrst og fremst myllurnar, so tær við árslok 2025 eru upptiknar til virði 0 í roknskapinum. Harumframt er ein niðurskriving gjørd upp á 6,5 milliónir krónur í skattaáogn.

Fíggjarstøðan er veik. Eginognin hjá felagnum var við árslok negativ við 29,4 milliónum krónum, samanborið við positiva eginogn upp á 9,5 milliónir krónur árið fyri. Samlaða skuldin var 31,6 milliónir krónur, harav 14,0 milliónir krónur vóru langfreistað skuld og 17,6 milliónir krónur stuttfreistað skuld.

Grannskoðarin vísir eisini á týðandi óvissu um framhaldandi rakstur. Í roknskapinum verður staðfest, at eginpeningurin er negativur við 29,4 milliónum krónum, og at lánsskuldin er um 30,7 milliónir krónur. Leiðslan arbeiðir saman við móðurfelagnum Sev um at kanna møguleikar at menna framtíðar rakstur, og móðurfelagið hevur váttað neyðugt gjaldføri til raksturin í 2026.

Útlitini fyri 2026 eru óviss. Sambært leiðsluni væntar felagið minni burturúr vindorkuni í 2026 enn í 2025, tí neyðugt verður at umvæla generatorarnar. Felagið kannar eisini, um aðrir veitarar kunnu gera viðlíkahaldsarbeiðið, og um nýggjar myllur kunnu reisast skjótari enn at umvæla verandi myllur. Fæst loyvi ikki til umvæling ella nýggjar myllur, verður mest sannlíkt neyðugt at avtaka felagið og rudda upp í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #