Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Onnur tíðindi

Talan er um eitt granskingarsamstarv undir leiðslu av Universitetinum í Bergen, við luttøku frá Havstovuni, Bjerknes Centre for Climate Research og Universitetsmuseet i Bergen, og við fíggjarligum stuðli frá Trond Mohn Research Foundation.

Seinastu vikurnar hava fólk frá Havstovuni tikið lut í eini ørgrynnu av kanningum umborð á norska havrannsóknarskipinum RV G.O. Sars.

Granskararnir hava m.a. fylgt dagligu upp- og niðurferðingini hjá lívverum í sjónum við ekkóloddi, kortlagt havstreymar og sjógvmassar, gjørt magakanningar, tikið isotop sýni av fiski, og kannað samansetingina av djórasamfelagnum í økinum við troli, glúpi og eDNA.

Henda spennandi samanrenningin av lívfrøði og havfrøði er tað, ið skal geva okkum betri innlit í vistfrøðiliga dynamikkin við kantin á Landgrunninum.

Kanningarnar fóru fram í ein landnyrðing úr Føroyum, sum er eitt serstakliga áhugavert øki, har heitur atlantiskur og kaldur arktiskur sjógvur møtast. Havstovan hevur mátað streymin her í økinum í 30 ár. Akustisku streymmátararnir á botninum virka sum “umvend ekkólodd”, ið áhaldandi skráseta data, ið eftir ætlan kunnu nýtast at eyðmerkja, hvørji fiskasløg eru til staðar í sjónum omanfyri.

Eitt ítøkiligt íkast frá DRIFT verkætlanini í hesum sambandinum er at knýta trol, streymmátara- og ekkólodd-data saman. Hetta er bindiliðurin, sum saman við okkara streymdataseriu kann varpa ljós á, hvussu hendan samansetta skipanin er broytt síðan miðskeiðis í 1990unum, og hvussu hon kann broytast í framtíðini.

Nú byrjar spennandi arbeiðið at seta allar brikkarnar saman!

Sí lýsing av verkætlanini DRIFT her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #