Ukraina sigur seg hava skotið eitt russiskt Su-35 jagaraflogfar niður.
Ukrainska flogverjan sigur ikki, hvussu ella júst hvar flogfarið varð skotið niður. Um so er, so er hetta í minsta lagi níggjunda Su-35 flogfarið, sum Russland hevur mist, síðani Russland fór undir eitt fullskala álop á Ukraina 24. februar 2022.
Su-35 er eitt av mest nútímans jagaraflogførunum í Russlandi, og er ein víðari menning av sovjetiska Su-27, skrivar Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



