Tað er heilt ófatuligt, at ein einsamallur maður kann vera SALT-stjóri á Tvøroyri, fongsulsprestur í Kjøpinhavn og samstundis búgva í Havn, har hann sæst allarmest.
Hvussu kann nøkur blekksprutta yvirliva ein so krevjandi gerandisdag, tá ið tað knípir hjá mongum at syfta gerandisdegnum við bara einum arbeiði?
Átti Kvf ikki at avdúka og fortalt um tann heilt serliga eleksir og gátuføra kamp-hormon, sum gevur hesum virkisfúsa SALT-presti so ómenniskjans ligar gávur, at hann kann fungera effektivt i trimum býum í senn?
Sjálvt Aladdin var ikki so stórt túsindbein.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



