Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Heilsustýrið mælir til, at solariumlógin verður víðkað, soleiðis at hon eisini fevnir um privatar veitarar av solarium. Í dag er solariumlógin, sum ásetur 18 ára aldursmark, einans galdandi fyri almennar veitarar. Tað merkir, at børn og ung lógliga kunnu brúka solarium í privatum fyritøkum. Harumframt mælir Heilsustýrið til, at greið regulering, skráseting og eftirlit verða sett íverk. 

Krabbameinsfelagið tekur undir við tilmælinum hjá Heilsustýrinum. UV-stráling frá solarium er krabbaelvandi og økir váðan fyri bæði móðurmerkjakrabbameini og øðrum húðkrabba. Váðin er serliga stórur, tá mann byrjar at taka solarium í ungum árum.

Aldursmark eigur at vera galdandi fyri øll solarium – uttan mun til hvør bjóðar tey. At víðka lógina verður tískil eitt týðandi fet rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini.

Les tilmælið hjá Heilsustýrinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #