Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Vinna

Arbeiðseftirlitið gevur út eitt nýtt amboð, sum skal stuðla undir at menna og styrkja trygdarmentanina á føroysku arbeiðsplássunum. Amboðið minnir á týdningin av at seta tíð av til eina stutta og skipaða trygdarsamrøðu, áðrenn arbeiðsdagurin byrjar.

Amboðið hevur heitið "Saman eru vit tryggari" og mælir til at arbeiðspláss brúka 10 minuttir hvønn morgun til at fáa yvirlit yvir arbeiðsuppgávur, ábyrgdarbýti, arbeiðsumstøður og møguligar vandar. Amboðið er ætlað til at heingja upp á arbeiðsplássinum, so tað er lætt hjá leiðslu og starvsfólkum at brúka tað sum útgangsstøði fyri eina felags trygdarsamrøðu, áðrenn arbeiðsdagurin byrjar.

Endamálið er at gera arbeiðið tryggari við at arbeiða meira miðvíst við fyribyrging av arbeiðsóhappum.

Amboðið er ein áminning um, at trygd ikki byrjar, tá arbeiðið fer í gongd. Trygd byrjar við góðari fyrireiking. Tá ið arbeiðspláss geva rúm fyri at arbeiðsuppgávur, vandar og arbeiðshættir verða umrødd, áðrenn farið verður til arbeiðis, eru fortreytirnar fyri at fyribyrgja arbeiðsóhappum munandi betri.

Arbeiðseftirlitið heitir tí á arbeiðspláss um at seta trygd ovast á skrá frá fyrsta minutti á degnum. Tað tekur bert 10 minuttir, men kann hava stóran týdning fyri trygdina restina av degnum. Við góðari fyrireiking og greiðum samskifti verður trygdin ikki latin upp í hendurnar á tilvild, men gjørd til ein natúrligan part av arbeiðinum.

"Saman eru vit tryggari" er tí ikki bara slagorðið á amboðnum, men ein áheitan til arbeiðspláss um at arbeiða miðvíst við at fyribyrgja arbeiðsóhappum og skapa tryggar og heilsugóðar arbeiðsumstøður.

Tak niður SAMAN ERU VIT TRYGGARI her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #