Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið einmælt fíggjarætlanina fyri 2027. Kommunuskatturin verður óbroyttur 19 prosent, og barnafrádrátturin verður framvegis 9.000 krónur.

Birgir Nielsen skeyt upp at lækka skattin við 0,25 prosentstigum. Skattalættin á 16 milliónir krónur skuldi fíggjast við at taka pening av íløgunum í orkuátøk.

Bara Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen atkvøddu fyri. Átta atkvøddu ímóti, meðan trý atkvøddu blankt. Tá ið síðan varð atkvøtt um sjálva fíggjarætlanina, tóku allir býráðslimir undir.

Inntøkurnar verða mettar til 1,62 milliardir krónur, og umleið 307 milliónir eru tøkar til skattafíggjaðar íløgur.

Størsta einstaka íløgan er røktarheimið á Stórubrekku, sum fær 156 milliónir krónur. Harumframt fara 21 milliónir til Argja skúla, 20 milliónir til orku- og umhvørvisátøk og 18 milliónir til kloakkir og spillivatn.

Á rakstrarsíðuni verða millum annað settar tvær milliónir av til nýggja matarskipan á skúlaøkinum og 2,5 milliónir afturat til fleiri kvøldtúrar hjá Bussleiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #