Talgildu Føroyar: Eitt nýtt trygdarstig verður tikið í nýtslu í Samleikanum, sum skal hjálpa tær at varnast talgilt svik, t.d. um teldusníkar royna at fáa atgongd til tín netbanka.
Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt.
Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.
Tá tú verður biðin um at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin.
Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir at fáa teg at góðkenna eina innritan við Samleikanum, skalt tú avlýsa hana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



