Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost
Politikkur

Sambandsflokkurin: Fyrsta fíggjarlógin hjá ABC samgonguni er nú løgd fram, og útlitini eru góð fyri føroyska samfelagið.

Tað hevur havt týdning fyri allar samgonguflokkarnar, at vit samstarva um stórmál, soleiðis at vit kunnu fáa ein skynsaman búskaparpolitikk. Og tað hevur givið úrslit – Yvirskot á fyrstu fíggjarlógini!

Fleiri skilagóð átøk eru á fíggjarlógini, ið slóða fyri, at breitt samstarv gevur úrslit.

- Vit í Sambandsflokkinum fegnast um, at markið fyri mótrokning í fólkapensjónini hækkar í 2027, sigur Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður og formaður í Fíggjarnevndini.

- Hetta var eitt av okkara vallyftum til løgtingsvalið í vár, og vit hava lagt stóran dent á, at fáa tað at virka so skjótt sum til ber, sigur hann.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá á tíðindafundinum í dag, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at hækka markið fyri mótrokninga av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum úr 61.900 krónum upp í 300.000 krónur, kemur í tingið í vetur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #