Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak
Vinna

Landsverk: 20. mars 2026, var útboð av gassoljuveiting til landsins bygningar og annan tørv. Veitingin kemur at fevna um umleið 1,5 mio. litrar árliga, tó so at nøgdirnar væntandi koma at minka enn meiri næstu árini vegna umleggingar til grøna orku. Trý tilboð komu inn og lægsta boð hevði Sp/f Thomsen.

Landsverk hevur nú undirskrivað treytaðan sáttmála við Sp/f Thomsen, um veiting av gassolju til landsins bygningar, umframt til asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki. Sáttmálin er treytaður av endaligari ISO-góðkenning.

Endamálið við útboðnum er at tryggja, at landið kann fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening, umframt at tað eisini verður nýtt, sum liður í verkætlanini Orkutøk, hvørs endamál bæði er at minka um orkutørv og flyta okkum mótvegis einari grønari loysn til nøktan av orkutørvinum hjá landsins bygningum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #