





Tórshavnar kommuna: Mánadagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og sp/f Landleiðin undir 12 ára sáttmála um ruskinnsavning í kommununi.
Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober 2026.
“Vit gleða okkum til samstarvið við Landleiðina,” sigur Elsa Berg, borgarstjóri, og vísir á, at hetta er eitt av fyrstu stigunum at flyta tungu ferðsluna hjá kommununi yvir til varandi orku.
“Tað eru fleiri fyrimunir við at skifta til elbilar í ruskinnsavningini. Fyri grannaløgini merkir tað minni óljóð og minni dálking, og av somu orsøkum fer tað eisini at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum taka ruskið”, sigur Elsa Berg.
Hon leggur afturat, at elbilarnir krevja minni viðlíkahald enn dieselbilarnir og væntandi hava eina longri livitíð eisini.
Skulu hava sjey nýggjar bilar
Jón Thomasen, stjóri í sp/f Landleiðini, er væl nøgdur við sáttmálan.
Felagið fer nú at keypa sjey nýggjar ruskbilar – og tað verða elbilar.
“Tað síggi eg onki ræðandi í. Teir larma og dálka minni, og tað kann bara vera ein fyrimunur. Eg vil siga so mikið sum, at eg haldi vit eru tey einastu í landinum, sum hava royndir við el-vinnuakførum,” sigur Jón Thomasen og sipar til elbussarnir, sum koyra í Tórshavnar kommunu og tveir minni elbussar hjá alifyritøkuni Hiddenfjord.
Sp/f Landleiðin varð stovnað í 2019, men áðrenn tað hevði sp/f Jón Thomasen ábyrgdina av ruskinnsavningini í Tórshavnar kommunu árini 2010-2017.
Fimm tilboð frá trimum
Tríggir arbeiðstakarar góvu tilsamans fimm tilboð um ruskinnsavningina – trý tilboð við el-ruskbilum og tvey tilboð við diesel-ruskbilum. Tilboðið hjá sp/f Landleiðini var tað lægsta við el-ruskbilum – góðar 13,6 mió. krónur um árið.
Verandi sáttmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-Lastbilar um ruskinnsavning í kommununi, gongur út 30. september 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo