Ein seglbátur við tveimum monnum umborð bað í gjárkvøldið um hjálp. Báturin var staddur millum Skerhólm og Tindhólm.
Tyrlan var boðsend og tá hon kom á staðið var tamarhald á støðuni. Rescue Sverri var eisini boðsendur og hann sleipaði bátin inn á Sørvág.
Hálvur fjórði tími gekk frá tí, boðini komu, til báturin var komin á Sørvág í øllum góðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



