Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-047/2026, eftir § 52a í tingskipanini, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, FSA, og integratión
Spurningar:
1. Hví skipa mynduleikarnir ikki FSA undirvísing í fleiri økjum í Føroyum m.a. í Vágum, og hví miðsavnar UVS undirvísingina í FSA, tá undirvísarar eru tøkir í fleiri økjum?
2. Hví miðsavna myndugleikarnir FSA undirvísingina á útvaldar miðnámsskúlar?
3. Hvussu riggar tað hjá útlendskum arbeiðsfólki at ferðast aftur og fram til og frá undirvísing dagliga eftir loknan langan arbeiðsdag?
4. Er nøkur avtala við arbeiðsgevarar um at loyva útlendskum arbeiðsfólki FSA undirvísing í arbeiðstíð ella um dagin?
5. Hvussu nógvir útbúnir FSA undirvísarar undirvísa í FSA undirvísing í dag og samstarva kommunur og land um undirvísingina?
Svar
Til 1: Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál (FSA) verður skipað við trimum samstarvsskúlum - Miðnám í Suðuroy, Glasir og Miðnám á Kambsdali. Samstarvsskúlarnir kunnu eisini skipa undirvísingina í øðrum økjum, um luttakaragrundarlag er fyri tí. Eitt nú hevur undirvísing verið skipað í Klaksvík og í Vágum.
Undirvísingin verður løgd til rættis eftir luttakaragrundarlagnum. Á heysti 2026 var ikki luttakaragrundarlag til at skipa undirvísing í Vágum. FSA-skeið byrja tvær ferðir um árið, í januar og august, og verður luttakaragrundarlag aftur fyri undirvísing í t.d. Vágum, so kann undirvísing skipast har.
Til 2: Undirvísingin í FSA verður skipað við trimum samstarvsskúlum - Miðnám í Suðuroy, Glasir og Miðnám á Kambsdali, - við støði í viðmerkingunum til Løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál, har skrivað stendur, at ynski er um at miðsavna undirvísingina í FSA fyri at tryggja, “at allir tilflytarar, óansæð bústaðarkommunu, hava møguleika fyri at møta til undirvísing.” Viðmerkingarnar vísa eisini á, at FSA-undirvísing longu var á Miðnámi á Kambsdali, og hetta riggaði sera væl.
Undirvísingin er eisini miðsavnað, so luttakararnir fáa besta møguliga tilboðið. Tað er umráðandi, at luttakararnir fáa møguleika at koma á eitt hold, har flestu næmingarnir eru á sama stigi í máltøkuni, fyri at skapa eitt gott grundarlag fyri málmenningini. Til hetta krevst eitt ávíst luttakaratal, sum fæst við at miðsavna undirvísingina. Kravið til luttakaratalið fyri hvørt hold er sett lágt, so møguleiki er at skipa fjølbroytt undirvísingartilboð.
Til 3: Tað er ymiskt, hvussu tað riggar at ferðast aftur og fram til FSA-undirvísing. Hjá summum riggar hetta væl, meðan tað hjá øðrum riggar minni væl. Bussarnir hjá SSL koyra ikki seint á kvøldi, og tí kann tað vera ein avbjóðing hjá summum at koma heim eftir kvøldundirvísingina.
Til 4: Nei, eingin avtala er við arbeiðsgevararnar um at loyva útlendskum arbeiðsfólki FSA-undirvísing í arbeiðstíð. Undirvísingarstýrið, sum varðar av FSA-undirvísingini, metir hetta vera eitt gott hugskot, sum burdi verið kannað nærri. Um FSA-undirvísingin kundi verið partur av arbeiðstíðini, so kundi tað givið fleiri fólkum møguleika at luttaka.
Til 5: Í løtuni eru seks undirvísarar, sum hava FSA útbúgvingina frá Fróðskaparsetrinum, ein undirvísari hevur aðra annaðmálsútbúgving, og fleiri undirvísarar taka FSA-skeið á Setrinum.
Landið hevur ábyrgdina av FSA-skipanini, men fleiri kvøldskúlar kring landið bjóða ymisk skeið í føroyskum fyri tilflytarar.
Vinarliga
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



