Leygardagin 11. juli 2026 eru seksti ár liðin síðani Jegvan Sundskarð mynstraði fyrstu ferð. Sum tannáringur, einans 16 ára gamal, fór hann til skips við Skálabergi. Síðan hevur sjólívið verið hansara leikpallur á lívsleiðini.
Tað eru fá, sum kunnu siga, at tey hava starvast innan sama yrki í seksti ár, og tí vilja vit heiðra Jegvan fyri hansara drúgvu tænastu á sjónum.
Jegvan hevur starvast hjá Navigare Shipping síðan 2011. Hann mynstraði fyrstu ferð sum skipari umborð á Hav Frakt, har hann sigldi í sjey ár. Hetta er eitt av skipunum, sum stendur honum serliga nær, og sum hann sjálvur sigur, hevur verið besta skipið, hann hevur siglt við hjá felagnum. Síðani sigldi hann við Hav Nes, Hav Atlantic, onkran túr við Hav Saga og seinastu fýra árini við Hav Streym, áðrenn hann fór frá vegna aldur.
Tíðin sum landkrabbi gjørdist stokkut, tí síðan hann fór í land hevur hann dúgliga avloyst umborð á flestu skipum okkara. So seint sum fyri góðari viku síðani sigldi hann Hav Felli niður til Gran Kanaria, har hann við sínum eyðkenda hegni avgreiddi skipið og handaði tað yvir til nýggju eigararnar.
Øll árini Jegvan hevur siglt, hevur hann verið kendur sum ein sera dugnaligur, álítandi og trúfastur skipari. Hann hevur altíð verið góður at heita á, og við sínum drúgvu royndum hevur hann verið ein tryggur stuðul hjá teimum, hann hevur siglt saman við.
Tá Jegvan verður spurdur, hví hann hevur hildið á so leingi, er svarið einfalt:
”Eg skilji ikki, at nakar tímir at arbeiða á landi. Tað er einki so gott sum at sigla.”
Tað, sum eyðkennir Jegvan mest, er ikki bara áralanga tíðin á sjónum. Tað er tann vitan, hann fegin letur frá sær og deilir við onnur. Gjøgnum árini hevur hann verið við til at menna og upplæra nógvar stýrimenn, sum í dag eru dugnaligir skiparar. Hann hevur altíð tikið sær tíð til sínar starvsfelagar, verið góður í ráðum, deilt av sínari vitan og royndum, og hjálpt teimum, sum eru nýggjari í starvinum. Enn í dag ringja bæði skiparar og stýrimenn til hansara, tá teimum tørvar góð ráð um sigling, farleiðir ella aðrar avbjóðingar. Slík vitan fæst ikki einans innan veggja á almennum lærustovni, men verður tilognað gjøgnum eitt drúgt arbeiðslív á sjónum.
Hóast Jegvan er pensjóneraður, er hann framvegis virkin og fullur av áræði. Sum 70 ára gamal varð hann góðkendur sum assessor hjá Navigare Shipping. Í hesum leikluti metir hann um førleikarnar hjá okkara skiparum og stýrimonnum, tá teir skulu víðka um sítt farleiðsprógv, sum gevur loyvi til sjálvstøðugt at sigla eftir norsku firðunum.
Í Navigare Shipping eru vit sannførd um, at fólk sum Jegvan eru gull verd. Nýggj skip og nýggj tøkni eru týdningarmikil um felagið skal fylgja við menningini, men tað eru menniskjuni og tann vitanin tey bera við sær, sum veruliga skapa virðið.
Sjófólk hava sjáldan møguleika at røkka teimum starvsárunum hjá sama arbeiðsgevara, sum vanliga krevjast fyri at fáa almennar heiðurslønir fyri trúgva tænastu. Tí kann ein heil lívsleið á sjónum lættliga fara framvið uttan ta viðurkenning, sum tað í veruleikanum hevur uppiborið.
Lívið á sjónum hevur verið grundarlagið undir føroyska samfelagnum í øldir. Kortini er eingin almenn heiðursløn ella viðurkenning, sum heiðrar sjófólki fyri eitt heilt arbeiðslív á sjónum. Sjófólk, sum hava lagt eitt heilt lív í føroysku sjóvinnuna, áttu at fingið eina almenna viðurkenning fyri trúgva tænastu.
Tí vilja vit í Navigare Shipping nýta høvið at heiðra Jegvan Sundskarð. Ikki bara fyri tey mongu árini, hann hevur verið ein trúgvur partur av okkara manning, men fyri øll tey 60 árini, hann hevur lagt í føroysku sjóvinnuna.
Tú hevur ikki bara verið ein góður skipari, tú hevur eisini verið ein góður lærumeistari, ráðgevi og starvsfelagi. Við tíni drúgvu vitan og tínum vilja at læra frá tær hevur tú verið við til at forma komandi ættarlið av skiparum og stýrimonnum. Tað er ein arvur, sum fer at liva víðari langt fram í tíðina.
”Eg skilji ikki, at nakar tímir at arbeiða á landi. Tað er einki so gott sum at sigla.” -Jegvan Sundskarð
Góði Jegvan.
Hjartaliga tillukku við teimum seksti árunum á heimsins høvum.
Takk fyri títt stóra arbeiði, títt trúfesti og fyri allar tær royndir og ta vitan, tú hevur deilt við okkum og við so mong onnur gjøgnum árini.
Vit eru errin av at hava havt teg í starvi hjá Navigare Shipping. Tú ert ein fyrimynd fyri nógv, og vit seta stóran prís upp á tað, tú hevur givið okkara felag og føroysku sjóvinnuni.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi.
Við ynskjum um Guðs signing og alt tað besta í komandi tíðum.
Heilsan
Navigare Shipping
Álvur Højgaard, stjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



