Vestmenningar hava verið í Góðmannskor, har veðrar vanliga ganga, og sum siður hevur verið senastu árini verða nú nakrir seldir á uppboði.
Skoramenn boða frá, at ætlanin er at selja tríggjar næsta fríggjadag, tað vil siga tann 03.10 klokkan 20.
Tveir veðrar verða seldir livandi og ein limaður sundur og verður seldur í stykkjum. Keyparar hava møguleika at fáa seyðin flettan beint eftir uppboðssøluna.
Peningurin fer óskerdur til víðlíkahald og útgerð at brúka í skorini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



