Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

KAT: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í rúma tíð samráðst um at endurnýggja sáttmálan partanna millum, sum fór úr gildi 1. januar 2026.

Tá partarnir ikki sjálvir megnaðu at koma á mál við einum sáttmála varð avtala gjørd um at fáa Semingsstovnin upp í samráðingarnar.

Í gjár týsdagin 13. oktober royndi Semingsstovnurin semju millum partarnar. Semingsuppskot varð lagt fyri partarnar um kl. 22.00. Partarnir fingu síðani freist at svara til mikudagin á middegi tann 14. oktober.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók einmælt undir við at góðkenna semingsuppskotið. Handverkarafeløgini valdu hinvegin at vraka semingsuppskotið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um støðuna, men vónar, at partarnir skjótast finna eina loysn, sum báðir partar kunnu taka undir við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #