17 dagar eftir, at Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skrivaðu undir nýggja semju, hevur Fíggjarmálaráðið góðkent hana. Tað upplýsir Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, á Facebook, har hon eisini takkar limunum fyri tolið.
Semjan ber í sær, at mánaðarlønin hækkar 3,87 prosent frá 1. januar 2026 og aðrar 1.000 krónur frá 1. oktober í ár. Frá 1. oktober 2027 hækkar lønin aftur trý prosent. Fyrsta hækkingin hevur sostatt virknað aftur til ársbyrjan.
Ein heilsuhjálpari á endastigi fær sostatt umleið 2.238 krónur meira um mánaðin nú. Tá síðsta hækkingin kemur í oktober næsta ár, er mánaðarlønin umleið 3.266 krónur hægri enn undan semjuni. Tað svarar til góðar 39.000 krónur meira um árið, roknað sum 12 mánaðir við nýggju endalønini.
Hjá einum heimahjálpara á endastigi verður samlaða hækkingin umleið 3.079 krónur um mánaðin, ella knappar 37.000 krónur um árið. Eftirlønargjaldið kemur afturat.
Náttartímarnir telja meira
Frá 1. apríl 2027 verður arbeiðstíðin eisini roknað øðrvísi. Ein tími millum klokkan 17 og 23 fer at telja ein tíma og átta minuttir, meðan ein tími millum klokkan 23 og seks fer at telja ein tíma og 16 minuttir í arbeiðstíðarnorminum.
Í dag telja bæði kvøld- og náttartímar ein tíma og hálvan fimta minutt. Broytingin merkir tí, at serliga tey, sum arbeiða um náttina, kunnu røkka sínum arbeiðstíðarnormi við færri arbeiðstímum og somu løn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



