Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi
Lesarin skrivar

Fyri góðum fýra mánaðum síðani skipaðu Sambandsflokkur, Fólkaflokkur og Javnaðarflokkur eina breiða landsstýris-gongu við tí blaðunga Beinir Johannesen sum oddamanni.

Tað var politiskt ein heldur óvæntað, men tiltrongd og neyðug samgonga.

Gongan hevur arbeitt harmoniskt og telvað stillisliga, men rættiliga effektivt, uttan tær klassisku intrigur, smáligu gølur og láturligu ósemjur.

Í síni løgmansrøðu á Ólavsvøku kundi Beinir tí eisini leggja fram fleiri týðandi mál, sum semja var um í allari Landsgonguni.

Løgmaður tosaði eisini siðiliga og semjusøkjandi um samstarv  við Ríkisstýrið.

Tað merkist ógvuliga týðuliga á orðalagnum, at henda landsgongan er sloppin heilt av við ta ófriðarligu nationalistisku sektina í Tjóðveldis-juntaini, sum í 75 ár konsekvent hevur leitað eftir destruktivari illstøðu móti Danmark, turrgeldari konfrontatión og ekstremt smáligari útspilling av Tí danska Ríkisstýrinum.

Teir hava systematiskt saboterað alt samstarv.

So primitiv er henda samgonga slett ikki.

Løgmaður er konstruktivur og lurtar sáttliga eftir argumentum.

Hann er blíð mæltur, fólkaligur og semjusøkjandi.

Tað kundi hugsast, at hann er javnaðar-hallur fólkaflokksmaður.

Við tí ábyrgdarligu røðuni, hann helt á Ólavsvøku er eingin ivi um, at hann fer at slóða fyri kultiveraðum samstarvi við Danmark til gagns fyri bæði londini.

Tann symbiosa ella samræði, sum Petur Mohr Dam stríddist fyri hevur ongantíð verið meira neyðug enn akkurát nú.

Vit eru bæði fíggjarliga og kulturelt hóttað i av eirindarleysari eingilskt/amerikanskari kultur-imperialismu, sum lættliga kann týna okkum bæði fíggjarliga og málsliga.

Tað føroyska málið kann kódna, analogt við hetlendskt.

Tí er tað av allarstørsta týdningi, at vit samvirka effektivt  við Danmark og onnur Norðanlond fyri at fáa ein tiltrongdan skáa móti tí málsliga heglingi, sum herjar móti okkum frá okkara aggressivu anglosaksisku Atlants-grannum.

Tað  er lítil ivi um, at Beinir er ein pragmatiskur maður, sum hevur erkent, at vit gagna føroyskum máli og identiteti frægast við at draga eina lńu við Danmark sum eini kulturellari "paraplýggju" móti harð rendari  og ekspanderandi eingilskari imperialismu.

Vit mugu ynskja løgmanni og hansara skilagóðu landsgongu tillukku, hollan politiskan undanvind og støðufest dirvi komandi fýra ár, uttan nakra perfida uppíblanding frá tí negativu (bróka)-loysingar-sektini.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #