Vit mugu ikki sløkkja einasta vitan, ið vísir leið í bølamyrka Miðeystri.
Her eru nakrar av orsøkunum til, at vit eiga at varðveita sendistovuna í Ísrael.
- Ísrael er, sum Føroyar, eitt lítið land í einum stórum heimi.
- Ísrael fekk egið mál, hebráiskt, tá ið føroyingar stríddust fyri føroyskum máli.
- Sionisman vakti ísraelska tjóðskaparkenslu, júst sum jólafundurin hjá okkum í 1888.
- Ísrael varð stovnað sama ár, sum vit fingu heimastýri.
- Føroyska fólkatalið er 10faldað farnu 200 árini. Ísraelska fólkatalið er eisini 10faldað síðstu 80 árini.
- Føroyar liggja í einum stórum havi, har langt er ímillum okkara grannar. Ísrael liggur í einari sandoyðimørk uttan sameind og grannar.
- Føroyingar eru mest ísraelsvinaliga fólk í heimi eftir fólkatali.
- Føroyingar byggja á somu Gudstrúgv sum jødar.
- Ísrael er søgunnar mest forfylgda fólk. Men enn ókúgað, frælst og reyst.
- Ísrael hevur 0.2% av heimsins fólkatali men 100 ferðir fleiri Nobel vinnarar (22% av øllum), enn allir muslimar í heiminum (teir eru 1,4 milliard).
- Ísrael er einasta land í Miðeystri, sum virðir mannarætt, kvinnurætt, demokratisk rættindi, landsins minnilutar og trúarfrælsi.
- Muslimar eru við at yvirtaka Evropa og stuðla hvørjari stjórn í ES um 10 ár (hygg bara at Bretlandi og Svøríki).
- Vit hava sum pinkutjóð skyldu til at stuðla tí mest forfylgdu tjóðini í heiminum. Tað er ein moralsk skylda í tráð við okkara kristnu lívsvirði.
- Okkara útflutningur er øktur úr 0,3 mió kr (áðrenn sendistovan læt upp) upp í 165 mió kr. (væntandi í 2026).
- Hetta er størsti vøkstur í nøkrum av okkara útflutningslondum yvirhøvur eftir so stutta tíð.
- Ísrael kennir sínar vinir, eins og Gud kennir tey, ið signa Ísrael.
- Landið Ísrael umboðar vøkstur, menning og lív. Muslimsku fíggindarnir umboða fall, deyða og kríggj.
- BTÚ per høvd hjá Ísrael er 55.000 USD um árið. BTÚ hjá Jordan er 5.000 USD, hjá Egyptalandi 4.000 USD og hjá Sýria 2.000 USD.
- BTÚ hjá Ísrael er samlað 750 milliardir USD. Tað hjá Egyptalandi við 100 mió fólkum (10 ferð so nógv sum Ísrael) er 350 milliardir USD um árið.
- Tíverri eru okkara íslendsku grannar ov veikir, tá ið ræður um Ísrael.
- Sama kann sigast um Spania, Írland og aðrar tjóðir, ið mangla moralskt dirvi.
- Nú krevst dirvi at verja tað lítla, tað fámenta og kortini djarvasta fólk í heiminum.
- Almennu Føroyar kunnu ikki stuðla hugtakinum “From the River to the Sea”.
- Uttan oasuna Ísrael verður alt Miðeystur ein muslimsk sandoyðimørk.
- Ísrael umboðar lív. Islam umboðar deyða. Hygg bara at flogvanlukkuni, ið mundi hent í gjár.
- Ísrael hevur latið 2 mió tons av mati til Gaza, síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktobur. Ísrael er einasta land í heimssøguni, sum hevur breyðføtt sivilfólkið í landinum, sum hevur lopið á.
- Nethanyahu er uttan iva ein av sterkastu og djarvastu statsleiðarum í heimunum (saman við Donald Trump).
- Honum tørvar okkara stuðul, og at Føroyar ikki eru ræðuskítur við halanum millum beinini.
- Ísrael framleiðir 1,7 mió tons av drekkivatni úr sjógvi um dagin. Arabisku grannarnir ganga tystir. Ísrael letur enntá grannunum vatn.
- Ísrael eru millum heimsins fremstu lond í nýskapan – innovatión. Og Føroyar skuldu havt nógv meira samstarv við teir á vísindaliga økinum.
- Vit hava fleiri sendistovur, ið nærum einki geva og kosta okkum alt ov nógv. Sendistovan í Ísrael er IKKI ein av teimum. Hon gevur nógv av sær og loysir seg.
- Eg klári ikki sum tingkvinna at steingja føroysku sendistovuna í Tel Aviv, sum umboðar minni enn 0,05% av okkara fíggjarlóg.
Vónandi eru vit fleiri, sum fara at stríðast fyri at varðveita sendistovuna í Ísrael, nú fíggjarlógin kemur til viðgerðar.
Astrið Breckmann
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



