Umboðsmaðurin: Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Landsverk uppá eina umbøn um innlit
Umbønin um innlit var samansett av umbøn um innlit og fyrispurningum. Umbønin um innlit varð svarað undir klagumálsviðgerðini, meðan ein fyrispurningur ikki sást svaraður.
Undir klagumálsviðgerðini setti klagarin fram nýggja umbøn um innlit og nýggjar spurningar.
Við tað at setiumboðsmaðurin metti, at avgreiðslan av innlitsumbønunum var ov drúgv, og Landsverk ikki hevði givið klagaranum fráboðan um avgreiðsluna av málinum innan ásettu 10 dagarnar í § 16, stk. 2 innlitslógini, gav setiumboðsmaðurin Landsverk eina átalu fyri handfaringina av málinum.
Setiumboðsmaðurin gav eisini Landsverk átalu fyri ikki at svara spurningunum frá klagaranum innan rímiliga tíð og fyri ikki at hava havt nóg greiða skjalføring av skjølunum í teimum viðkomandi málunum. (LUM 24/27382)
Álitið í navnleysum líki sæst her
UM TÚ IVAST: Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo