187 miðnámsskúlanæmingar vitjaðu í oktober lívfrøðingarnar á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið er at kveikja áhugan fyri náttúruvísindum og hægri útbúgving í Føroyum.
Næmingarnir sluppu sjálvir at gera eina PCR-roynd, har teir kannaðu kynskromosom, og fingu kunning um lívfrøðisútbúgvingarnar og lestrarlívið á Setrinum.
Átakið byrjaði við einari vitjan frá Glasi, men fevnir nú um miðnámsskúlar úr øllum landinum. Í fjør meldaðu 211 næmingar seg til.
Fleiri næmingar, sum áður hava vitjað starvsstovurnar, eru síðani farnir undir at lesa lívfrøði á Setrinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



