Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Vinna

Fróðskaparsetrið: Nógvar jarðhitaboringar eru gjørdar í Føroyum seinastu 6-7 árini, tí jarðhiti verður í vaksandi mun brúktur til upphiting av húsum. Men vitanin um, hvat í roynd og veru ávirkar jarðhitan og hví, er framvegis sera avmarkað.

Nú skal ein nýggj royndarstøð við Setursskrivtovuna á Debesartrøð veita nøkur av svarunum.

Undir leiðslu av Janu Ólavsdóttir frá Jarðfeingi, sum er verkætlanarleiðari, eru trý jarðhol borað. Eitt, sum er 400 metrar djúpt, og tvey, sum eru 200 metrar. Holini eru gjørd á ymiskan hátt, soleiðis at granskararnir í verkætlanini kunnu samanbera ymiskar loysnir. Eitt av holunum er m.a. stoypt fyri at kanna, hvørja ávirkan tað kann hava.

Ein ørgrynna av tøkni og termometrum eru í holunum, sum 10. hvørt minutt skráseta hitamátingar fyri 10. hvønn metur.

Men endamálið er ikki bara at kanna hesi trý holini.

Royndarstøðin skal geva nýggja vitan um føroysku undirgrundina, so framtíðar jarðhitaskipanir kunnu gerast betri og tryggari. Úrslitini kunnu eisini gera tað lættari at velja røttu loysnina, áðrenn borað verður.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #