Fiskifrøðingar, heimligur og útlendskir, hava verið føroyskum fiskimonnum og búskapi ein plága síðan aldamótið. Teir hava mestsum bert mælt til at skerja føroyskan fiskiskap á innaru leiðunum.
Teir hava eisini verið partur av fleiri øðrum sorgarleikum um alt Norðuratlantshav. (Fiskaloysi í Eystrasalti av kópi, skarvi og fiskifrøðingum er eitt her umrøtt dømi).
Veiðibann á toski og ótald milliarda tap árliga við Nýfunnaland og Labrdor undir ’eftirliti’ av byrokratiskum búllum í NAFO (North Atlantic Fisheries Organization) og politikarum er eitt annað ræðandi dømi um akademiskt og politiskt harðræði.
Sexbumban og kópanósin
Franska filmstjørnan Brigitte Bardot hevði varpað mann og son á dyr og var um at fara ’av dato’, tá hon 43 ára gomul í 1977 tveitti seg yvir djóravernd! Hon vitjaði Nýfunnaland við miðlafólki við myndatólum og mikrofonum.
Tann heimskenda, múlatrútna og varramikla sexbumban, ofta pyntað í pelsfrakka sum ung, læt seg nú avmynda við einum hvítum eygagóðum (helst útstappaðum) nósa á arminum. Bardot doyði í fjør, 95 ára gomul og ein atvold til, at 5 mió kópar svimja á Grand Bank.
Hon kyndi í eina tá kópakultistiska ’veking’. Umhvørvistar høvdu í nøkur ár mótmælt hjartanemandi myndum av kópasláarum sveiggjandi gassar við nagli á Labrador ísinum yvir deyðum ella doyggjandi nósum til heimsins pelsídnað.
Tann aldargamla kópaveiðan var eftir 2. heimskríggj vorðin stórvinna til matna, ídnað og klædnapynt. Um 1970 var kópastovnurin við Nýfunnaland minkaður niður móti 1 mió kópum.
Toska- og lodnustovnurin eksploderaður
’Den enes død, en andens brød’ siga danir. Ein minkandi kópastovnur økti lodnu- og toskastovnin eksplosivt. Kópur etur jú bæði lodnu og tosk, og lodna er lívrættur hjá toski. So toskurin við Nýfunnaland hevði í 1950- og 60-unum jóladagar við fækkandi kópi og økjandi lodnu.
Kanadiskir, evropiskir (íroknað føroyskir) og ikki minst sovjetiskir fiskimenn dusaðu sær í økjandi toskameingi við Labrador, Grand Bank og í St Lawrencesflógvanum.
Tá altjóða toskaveiðan toppaði við Nýfunnaland í 1960-unum, nærkaðist hon 1 mió tonsum árliga fyri miljardir í virði ár um ár. 10-tals fiskavirki høvdu úr at gera inni á landii. 10.000-tals fólk arbeiddu í fiski- og avleiddum vinnum.
Fiskimørkini út á 200 fj.
Kanadiska fiskimarkið fór eisini út á 200 fj. í 1977, og altjóða fiskiflotar máttu klára seg á heimaleiðum. Tað skerdi fjarfiskiveiði hart um allan Vesturheim.
Kanadiar kláraðu sjálvir at økja sína toska- og lodnuveiðu, nú vardir innan nýggja fiskimarkið, so veiðitrýstið á toskin og lodnuna stóð við sum áðrenn 200 fj.markið.
Men tann nýggi umhvørviskulturin lætti trýstið á kópin, sum fjølgaðist av grimd.
Myndugleikarnir í Nýfunnalandi, Nova Scotia, Labrador og í Ottawa, høvuðstaðnum í øllum Kanada, royndu at avmarka veiðitrýstið á lodnu og tosk. Men við vaksandi kópameingi gekk bert ein veg við hesum fiskiskapi, og tað var aftur á hondina.
Kópur, fiskifrøði og byrokrati vunnu
Í 1980-unum øktist talið á fiski- o.ø almennum frøðingum vanlukkuliga. Teir kappaðust við kópin at minka fiskiskapin eftir toski og lodnu. Akademisk ’vísinda’fólk, skriviborðsfiskarar og ’granskarar’ við teldum, modellum og Exellum fjølgast.
NAFO eitur eitt altjóða ’vísindaráð’, ’Fisheries and Oceans Canada’. ’US National Oceanic and Atmospheric Administration (NOAA)’ er eitt annað. ICES kastaði seg út í altjóða friðingar. Ein ES-stovnur og mong onnur altjóða ráð arbeiddu av grimd við at spinna sínum granskarum gull úr toski og lodnu eisini við Nyfunnaland.
Kópaveiðan føðir nakrar inuittar. Tað krevur tosk og lodnu til at fóðra tað vaksandi liðið av hav- og fiskifrøðingum uttan ábyrgd av fíggjarligu avleiðingunum av teirra ráðgeving. Tær fylgjurnar máttu fiskivinnan og hennara 10.000-tals starvsfólk bera.
Veiðibann og almannaklientar
Í 1980-unum 4-faldaðist tann friðaði kópastovnurin á Grand Bank upp móti 5 mió dýrum. Kópurin át meiri tosk og lodnu enn nakrantíð. Sama ár sum í Føroyum (1992) bannaði stjórnin í Ottawa allari toskaveiði við Nýfunnaland.
Øll skip vórðu løgd, fiskavirkini stongd, veitarar og tænastuvinna hjá skipum og virkjum fóru á navaran, og eini 50.000 fólk í fiskivinnuni á sjógvi og landi vórðu uppsøgd og arbeiðsleys.
Men einki hevur ljóðað um, at ’lív-’, ’hag-’, ’fiski-’ og ’vísindafrøðingar’ ella tað almenna og skattfíggjaða akademiska byrokratiið bleiv arbeiðs- og breyðleyst.
Fólkatalið í Nýfunnalandi minkaði 10% av fráflyting, hóast politikarar bøttu sær samvitskuna við ymsari almannahjálp og onkrari stuðulskipan til alternativar vinnur.
Meðan skarin av almennum fiski- og havfrøðingum vaks, øktist talið á sosialbyrokratum og á almannaklientum, so hvørt sum talið á starvsfólkum í fiskivinnuni á sjógvi og landið hvarv.
Moratoriið varaði í 32 ár
Veiðibannið við Eysturrkanada varaði til 2024. Tá mundu sjálvt byrokratar skammast av sínum 32 ára drúgva moratorium. Myndugleikin leskaði einum nýggjum ættarliði av rækju-, skelja- og krabbafiskarum við nøkrum 10.000 tonsum av toski árliga (50.000 tons í ár, t.e. 5-10% av veiðini, tá botoxbumban møtti upp við sínum útstappaða hvíta nósa).
Vit føroyingar bardu donsku bankajuntuna av okkum eftir bert 3-5 árum. Í 1995 fiskaðu føroyingar aftur tosk í ovurmát, hýsu og upsa umframt onnur fiskasløg.
Eftir 30 ár av ’vísindaligum’ ráðum fiska vit aftur nøkur 10.000 tons av botnfiski og nakað meiri upsa árliga. Úti á Havstovuni er talið á starvfólki økt øvugt proportionalt við botnfiskaveiðina. Hvørt ár leggur ICES teimum - og teir Løgtinginum - ráð, hvussu nógv fiskivinnan skal skerjast árið eftir.
Sjáldan viðgongur nakar, hví teirra meting av árinum fyri aftur var skeiv.
Enn eru útivið 50% av føroyskum heimaleiðum og 100% av Føroya Banka stongd fyri troling. Eingin hevur hóming av, um nakar fiskur er har ella ikki.
Kópurin vann, fiskimenn taptu
Ein kópur etur sum sagt 2-3 tons av toski árliga. Á Grand Bank hava 5 mió kópar sostatt meskað 10-15 mió tons av toski í seg árliga i 34 ár.
Torir nakar at meta um miljarda árligu tapini í toska- og lodnuvirði av hesi almennu vanstýring? Hvør ábyrgdast av pengamissinum…? Fiskimenn guldu dýrt.
Náttúruregulin tykist vera: ”Niður við fiskivinnu og fiskimonnum. Upp við kópi, akademiskum byrokratum og teirra politiska stovnsveldi”.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



