Vága Seyðahundafelag er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Sandavági leygardagin.
Kappingarøkið, verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali, har umstøðurnar eru sera góðar til kappingar í øllum trimum klassunum.
Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar.Í klassa 2 eru 5 luttakarar og klassa 1 eru 4. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast.
Vága Seyðahundafelag hevur skaffað útlendskar dómarar til kappingina. Talan er um Llion Harris úr Wales, ið er seyðabóndi við 500 seyðum. Hann byrjaði at venja hund sum 11 ára gamal og hevur luttikið í kappingum síðani hann var 14 ára gamal. Llion hevur umboða Wales á landsliðum fleiri ferðir. Ein tann mest kendi hundurin er Prestli Jock, ið hann hevur vunnið nógvar kappingar við.
Veðurforsøgnin fyri leygardagin og sunnudagin sær góð út, og Vága Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Sandavágs at fylgja við kappingini. Tiltakið er ókeypis. Kaffi, te og okkurt gott aftur við fæst og høvi verður eisini til eitt gott prát og hugnaliga samveru.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



