Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið: Landsstýrismaðurin hevur biðið umsitingina í Mentamálaráðnum gera eina frágreiðing um støðuna hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini annars í fólkaskúlanum. Henda frágreiðing verður liðug í komandi skúlaári.

- Tað er týdningarmikið, at vit hyggja nærri at støðuni sum heild viðvíkjandi morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnari mentan í fólkaskúlanum. Við eini kanning fáa vit eina greiðari mynd av, hvussu hetta verður framt í praksis, og hvussu tað møguliga kann styrkjast framyvir. Eg havi varhugan av, at støðan er sera ymiskt úr skúla í skúla. Hesi viðurskiftini, sum eg vil hava kannað, eru grundleggjandi fyri samanhangsmegina, og tí verður áhugavert at síggja, hvussu støðan er. Tað týdningarmesta fyri meg er, at vit eisini í framtíðini hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum.

Børn við vánaligum føroyskum orðfeingi er ein stór avbjóðing í skúlanum. Forkvinnan í Serlærarafelagnum vísti í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum á herfyri, at talið á børnum, ið byrja í 1. flokki við sera vánaligum orðfeingi, er vaksið nógv og fyllir nógv í arbeiðinum hjá Førleikastovunum kring landið. Spurningurin er, hvat skúlamyndugleikin kann gera.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #