Sigurð í Jákupsstovu er settur sum nýggjur stjóri í Vørn.
Tað frættir VP.
Sigurð er 63 ára gamal, útbúgvin skipsførari, hevur eina ph.d. frá DTU og eina masterútbúgving í KT-leiðslu.
Sigurð í Jákupsstovu er í løtuni stjóri á Umhvørvisstovuni og hevur eisini verið stjóri á Jarðfeingi og rektari á Fróðskaparsetrinum.
Hann tekur við eftir Jóhan Simonsen, sum hevur verið fyribilsstjóri eftir at Óli Hans Olsen legði frá sær fyrr í ár.
Sigurð í Jákupsstovu tekur við starvinum 1. mars næsta ár.
22 umsóknir vóru til starvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



