Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvstýri: Sámal Petur í Grund verður nýggjur floksformaður fyri Sjálvstýri. Hetta hendir eftir at Landsnevndin, formenn fyri økisfeløgini, tingmaðurin og onnur umboð floksins einmælt mæltu til at velja hann til floksformann fyri Sjálvstýri á Landsnevndarfundi fríggjadagin.

Hóast valið av floksformanni skal staðfestast á eykaaðalfundi hósdagin 30. desember 2021, tekur hann við uppgávunum sum virkandi floksformaður beinanvegin, og hann umboðar flokkin í almennum høpi í samarbeiði við formannin í tingbólki floksins á Tingi.

Sámal Petur í Grund er 63 ára gamal, ættaður úr Søldarfirði og býr í Klaksvík. Hann hevur drúgvar royndir í politiskum arbeiði. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1994, valdur á ting í 1998, og aftur landsstýrismaður í 2001. Hann er skipari á Strandfaraskipinum Sam á 18. ári, og eisini stjóri á reingerðarfyritøkuni Grundvask.

Umboð floksins hava á fundinum í dag eisini einmælt undirskrivað eina semju um nýggjar viðtøkur fyri Sjálvstýrisflokkin, og økisfeløgini hjá flokkinum. Hesar verða eisini lagdar fram til endaliga staðfesting á eykaaðalfundinum 30. desember 2021.

Landsnevnd Sjálvstýrisins ynskir við hesum eisini at takka Kára P. Højgaard, floksformanni, fyri hansara drúgva arbeiði fyri flokkin og takkar honum fyri gott samstarv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo