Kæri himmalski faðir! Veit okkum ta gleði at kenna friðin undir krossins dýrabara merki, so vit mega hvíla í Jesu fullgjørdu frelsu. Amen.
“Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.” (Fyrra Korintbrævið 1,18).
Tað var sunnumorgun. Veðrið var gott heystveður, og býurin var vaknaður. Inni í kirkjuni var friðsælt. Tann tómi krossurin innari í kór lýsti sína signing yvir kirkjuliðið. Løtan var heilag. Krossins merki halgar tey, ið søkja sær skjól og lívd hjá tí almáttuga.
Hetta fyribrigdið er væl kent millum kristin fólk. Allastaðni, har vit savnast í kirkjum og samkomum, kenna vit kraftina í orðinum um krossin. Í Føroyum eins væl og aðrastaðni.
Sunnumorgunin tann 12. september í 2004 var einki undantak. Kirkjan staðfesti tann ríka sálarfriðin, ið krossur Jesu Krists ber mitt í heimsins ófriði. Sigursmerkið, vár vernd og skjøldur.
Vit vitjaðu donsku sjómanskirkjuna í Hull. Føroyska sjómanskirkjan var partur av einum norðurlendskum og altjóða samstarvi. Løgtingið og Landsstýrið stuðlaðu arbeiðinum umvegis føroysku sjómanskirkjuna.
Sjómanskirkjan liggur væl fyri mitt í býnum. Ein av grannunum hjá kirkjuni var miðstøðin fyri trygd og heilsu, so ýlandi sjúka- og løgreglubilar hoyrdust javnan. Ferðslan var nógv, og skundur var á fólki.
Í hesum meldri av rørslu og óljóði var kirkjan ein friðarligur blettur, ið gav hugsanini høvið at hugsavna seg. Krossurin, ið stóð á einum høgum fóti, sást langa leið. Krossurin breiddi sín frið út yvir býin. Hann var eitt kallandi tekin, ein boðberi um hin deyða og upprisna Jesus.
Guðstænastan var átøk henni, ið vit kenna heima á landi. Fyri okkum kendist løtan undir krossins merki heilag og skapandi. Ymiskar tjóðir og sjófólk í altjóða sigling. Tað hendi nakað ítøkiligt, tá vit undir krossins merki í djúpum friði lógu til borðs saman við tí upprisna Jesusi. Ein friður, so ítøkiligur og myndandi, at vit gjørdust ein familja og systkin í Harranum hóast sjónlig frábrigdi.
Sjófólk kenna munin á uppøstum havi og logn. Kristnin kennir munin á ótta, angist og tí friði, ið er at finna undir krossins merki. Tað skapandi orðið um Jesus og krossin er ein Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr.
Krossurin er fyri teim kristnu eitt fevnandi og heilagt tekin, ið ber signing við sær. Einstaklingar, kirkjur og samkomur fingu kallið at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus í orði og verki burturi í fremmandum londum og í tí heimliga.
Boðskapurin um krossin verður borin bæði í tí fremmanda og heimliga.
Tey, ið bera krossins merki, verða borin av Guðs anda og kraft.
Amen.
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



