Svar upp á Fyrispurning nr. 52-064/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um Sjúkraflutningstænastuna í Vágum og kring landið, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann landsstýriskvinnan tryggja, at støð 30 í Vágum verður mannað allar dagar í árinum frameftir við 2 fólkum?
2. Um ja, hvussu verður hetta gjørt, og hevur landsstýriskvinnan givið boð um hetta?
3. Hvussu er manningarstøðan hjá Sjúkraflutningstænastuni kring landið, og í hvørjum øðrum økjum eru avbjóðingar við at tryggja støðuga manning?
4. Hvørji ítøkilig varandi átøk ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at bøta um avbjóðingarnar hjá Sjúkraflutningstænastuni?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Landsstýriskvinnan tekur støðuna í størsta álvara og vil arbeiða fyri, at støð 30 í Vágum skjótast gjørligt verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.
Undir verandi karmum ger Sjúkrahúsverkið alt tey kunnu, fyri at manna støðina í Vágum allar dagar í árinum við tveimum fólkum, men eins og umrøtt er í svari til § 52a fyrispurning í august 2026, er hetta ein avbjóðing í verandi støðu.
Ein av orsøkunum er, at Sjúkrahúsverkinum manglar útbúgvin ambulansustarvsfólk. Hetta er nakað, sum Sjúkrahúsverkið arbeiðir við at loysa, við at útbúgva fleiri starvsfólk.
Í januar 2027 verða væntandi tvey starvsfólk liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar, og eftir tveir til tríggjar mánaðir, kunnu tey arbeiða sjálvstøðugt sum ambulansuviðgerar. Somuleiðis eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistentar, og tey kunnu væntandi byrja at arbeiða sum assistentar síðst í árinum.
Sjúkrahúsverkið hevur fleiri ferðir lýst eftir ambulansuviðgerum og assistentum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, men hevur bert fingið sett vikarar í styttri tíðarskeið.
Sjúkrahúsverkið vónar, at tá nýútbúnu ambulansuviðgerarnir og assistentarnir hava lokið sína útbúgving fyrst í 2027, verður støðan betri.
Ein onnur orsøk til, at manningin á støð 30 í Vágum er undir trýsti, er, at tað í løtuni einans eru tvey starvsfólk í Sjúkraflutningstænastuni, sum hava bústað í Vágum. Tí er neyðugt at hyggja uppá, um tillagingar kunnu gerast í verandi vaktarskipan.
Til spurning 3
Trupulleikarnir við at manna Sjúkraflutningstænastuna eru kring alt landið. Tað eru ov fá útbúgvin starvsfólk, og tá ið størv verða lýst leys, fær Sjúkrahúsverkið ikki skikkaðar umsóknir.
Samstundis er tænastan viðbrekin við sjúku, frítíð og øðrum fráverum.
Í Suðuroynni er tað ein avbjóðing at miðalaldurin á ambulansuviðgerunum er høgur, og tí er neyðugt at útbúgva og seta nýggj starvsfólk har.
Til spurning 4
Sjúkrahúsverkið metir, at framtíðin í Sjúkraflutningstænastuni best kann tryggjast við at halda fram við at útbúgva fleiri starvsfólk til ambulansuviðgerar og assistentar.
Tá ið teir báðir ambulansuviðgerarnir hava lokið meritútbúgvingina í januar 2027, hevur
Sjúkrahúsverkið útbúgvið seks nýggjar ambulansuviðgerar seinastu trý árini. Teir eru settir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsverkið hevur í 2026 skrivað undir lærusáttmála við tríggjar ambulansuviðgeralærlingar.
Ætlanin er at seta fýra nýggjar lærlingar í 2027 og tveir lærlingar í 2028 og síðan at seta tveir lærlingar árliga.
Útbúgvingin tekur fýra ár við átta skúlatíðarskeiðum í Danmark. Restin av tíðini er starvsvenjing í Sjúkraflutningstænastuni í Føroyum.
Eisini fer landsstýriskvinnan at taka stig til at fáa kannað, um tillagingar kunnu gerast í verandi vaktarskipan í ambulansutænastuni.
Heilsu- og orkumálaráðið, 14. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



