Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Lesarin skrivar

Tað er skjótt at fáa ta fatan, at Føroyar enda við at hava eina havn, sum eitur Tórshavn – og síðani eitt stórt uppland rundan um hana, sum skal syrgja fyri, at hon altíð hevur nóg mikið at liva av.

Síðani farmaskipini góvust at sigla innanlands við farmi, er nógv broytt. Alsamt meira av flutninginum er flutt av sjónum og upp á landsvegirnar, og samstundis er Havnin vaksin ár undan ári. Tað er sjálvandi einki galið í, at høvuðsstaðurin mennist, men onkuntíð má tað eisini bera til at spyrja, um vit eru komin hartil, at ov nógv verður savnað á einum og sama staði.

Eg havi sjálvur, saman við øðrum, fylgt væl við gongdini í Runavíkar kommunu, har partafelagsskatturin er vaksin munandi seinastu árini. Tað er gleðiligt og vísir, at vit hava eitt virkið vinnulív, har arbeiðspláss verða skapt og stór virðir løgd eftir seg. Men tað, sum skurrar hjá mær, er, at hóast vøran verður framleidd og virðini skapt aðrastaðni í landinum, skal hon kortini koyrast eftir asfaltinum til Havnar, har gjald síðani verður kravt fyri at fáa hana víðari.

Tað má eisini vera rímiligt, at tær kommunur, sum skapa virksemi og arbeiðspláss, fáa ein part av ágóðanum aftur á egnar hendur. Annars verður tað skjótt ein løgin skipan, har summi skulu mjólka kúnna, meðan onnur sita við borðið og drekka mjólkina. Og tá rokningin kemur, verður hon sjálvandi send aftur til teirra, sum eiga kúnna.

Eg skilji væl, at Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, verjir inntøkurnar hjá Tórshavnar havn. Tað er jú ein partur av hennara uppgávu at arbeiða fyri áhugamálunum hjá síni kommunu. Men tá vit tosa um framtíðina hjá føroyskum vinnulívi og um, hvussu flutningurin í landinum skal skipast, kunnu vit ikki avmarka kjakið til, hvat loysir seg best fyri kommunukassan í Havn. Tað, sum er ein góð inntøka hjá einum, kann væl vera ein eyka útreiðsla hjá einum øðrum.

Nú borgarstjórin í Havn so dúgliga ferðast kring sína egnu kommunu og greiðir frá týdninginum av havnini, hevði tað kanska eisini verið upp á sítt pláss at lagt leiðina eitt sindur longur út um kommunumarkið. Føroyar halda jú fram hinumegin Kollafjørð, og har finnast bæði fyritøkur, arbeiðspláss og vinnuumhvørvi, sum hvønn dag geva sítt stóra íkast til føroyska búskapin.

Sjálvandi skulu vit hava ein sterkan høvuðsstað. Tað hevur alt landið gagn av. Men tað sama er galdandi fyri vinnulívið kring landið, sum eisini má hava góðar møguleikar at mennast. Um vit alsamt leggja flutning, tænastur og havnavirksemi til rættis soleiðis, at mest møguligt skal ganga gjøgnum Havnina, er vandi fyri, at vit samstundis gera tað bæði dýrari og truplari at reka vinnu aðrastaðni.

Hetta eigur ikki at gerast ein kapping millum Havnina og bygdirnar, og enn minni eitt kjak um, hvør hevur tey størstu tiltøkini, um tað so er G!, Summarfestivalurin, Ólavsøkan ella onnur stór tiltøk kring landið. Tað er sjálvandi gott, at vit kappast um at skapa góðar upplivingar og draga fólk til okkara øki, men tá tað kemur til vinnulív og arbeiðspláss, eigur endamálið ikki at vera, at ein kommuna skal vinna upp á kostnað av hinum.

Her snýr tað seg um nakað nógv meira grundleggjandi, sum eisini krevur politiska støðutakan. Hvussu skulu vit skipa havnagjøld, flutning og býtið av inntøkum, so kommunurnar kring landið fáa rímiligan ágóða av tí virksemi, sum fer fram hjá teimum? Tað er ein spurningur, sum bæði landsmyndugleikar og kommunalpolitikarar eiga at taka upp til veruliga viðgerð.

Tí hetta snýr seg ikki bara um, hvar vørurnar verða fluttar í land, men eisini um, hvar vit vilja skapa arbeiðspláss, gera íløgur og menna vinnulívið komandi árini. Tað krevur ítøkiligar politiskar avgerðir og eina greiða ætlan fyri, hvussu vit tryggja vinnulívinum góðar umstøður kring alt landið.

Vit eiga at kunna gleðast um framgongdina hjá hvørjum øðrum, uttan at alt endar við, at ein kommuna skal hava meginpartin av køkuni, meðan hinar skulu vera fegnar um molarnar.

*Ein sterkur høvuðsstaður er góður fyri Føroyar. Men eitt sterkt Føroyar kann ikki bara vera Tórshavn.*

Jonhard Danielsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #