Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Epilepsifelag Føroya ynskir at vísa á serligu umstøðurnar hjá barni, ið hevur vandamikið epilepsi við álvarsligum herðindum, serliga í sambandi við svøvn. Hetta er ein støða, sum krevur serstakt atlit at trygd, frástøðu til sjúkrahús og støðugar karmar í gerandisdegnum.

Epilepsifelagið ynskir at vísa á serligu umstøðurnar hjá menniskjum við epilepsi og at heita á myndugleikarnar um altíð at taka teirra støðu í størsta álvara.

Fyri mong menniskju við álvarsligum epilepsi er talan um eina sjúku, sum kann hava lívshættisligar fylgjur og kann krevja skjóta læknahjálp, serliga tá álvarslig epilepsiherðindi stinga seg upp. Hjá hesum bólki er tað av stórum týdningi, at trygdin er í lagi, at atgongdin til bráðfeingis sjúkrahús-viðgerð er góð.

Tí heldur epilepsifelagið, at fjarðstøðan millum umlættingartilboð og sjúkrahús eigur at vera eitt týdningarmikið atlit, tá talan er um menniskju við vandamiklum epilepsi.Harumframt vilja vit leggja dent á týdningin av stabiliteti. Fyri mong menniskju við epilepsi – og serliga tey, sum samstundis hava aðrar menningarligar ella neurologiskar avbjóðingar – at tey hava støðugar karmar, kend starvsfólk, kent umhvørvi og fastar rutinur stóran týdning. Tey hava ofta nógv annað at stríðast við orsakað av sjúkuni og teimum avbjóðingum, sum fylgja við.

Tað er væl kent, at strongd, ótryggleiki og stórar broytingar í gerandisdegnum kunnu vera við til at økja um vandan fyri epileptiskum herðindum hjá menniskjum við epilepsi. Tí eiga óneyðug skifti millum ymisk umhvørvi, ymisk starvsfólk og ymiskar skipanir at verða avmarkað mest møguligt.

Epilepsifelagið heldur tí, at tænastur til menniskju við álvarsligum epilepsiherðindum eiga at verða lagdar soleiðis til rættis, at tær skapa mest møguligan tryggleika, samanhang og stabilitet.

Heilsulig trygd og sosialur trivnaður eiga at ganga hond í hond, soleiðis, at tænastan verður lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum.

Vit vilja tí heita á myndugleikarnar um altíð at taka fakligar metingar og serfrøðiliga vitan um epilepsi við í avgerðir, soleiðis at menniskju við epilepsi fáa tænastur, sum eru bæði tryggar, virðiligar og lagaðar til teirra serligu tørvir.

Vegna Epilepsifelag Føroya
Randfríð Skorheim Sørensen, forkvinna 
 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #