Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Ein heilur flokkur av heilsurøktaranæmingum fer fyri skeytið, tí politikkarar og stovnar ikki finna út av at samskifta nóg greitt. Hetta hendir samstundis sum landsins størsta kommuna manglar 150 heilsurøktarar.

Fløkja í samskiftinum
Fyrr í vikuni frættust tíðindi úr Suðuroy um, at eingin flokkur av heilsurøktaralesandi byrjar 1. februar, tí undirtøkan var ov lítil, hóast tað nú ber til at fáa løn undir útbúgving. Tá av tornaði vóru bert tvær umsóknir eftir, hóast tað upprunaliga vóru 12 fólk, sum høvdu søkt og fingið pláss á útbúgvingini. Stjórin á Heilsuskúlanum róði í útvarpstíðindunum fram undir, at kommunurnar møguliga ikki høvdu fyrireikað seg nóg væl upp á broyttu umstøðurnar við sáttmála, løn og so framvegis. At hetta kundi vera orsøkin til at so nógv tóku umsóknir sínar aftur.

Dagin eftir var Per Martin Gregersen, stjóri í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, í miðlunum og segði orsøkina til íkomnu støðuna vera, at klutur var í samskiftinum millum kommunur, eldraøkið og Heilskúlan. Han helt skúlan hava góða kunning á heimasíðu síni og vissaði um, at KAF hevði kunnað kommunurnar væl, men staðfesti, at boðskapurin kortini ikki var komin fram.

Hann setti samstundis spurnartekin við, um skipanin er nóg einføld, tá søkjast skal í tveimum umførum inn á somu útbúgving – einaferð til skúlan og einaferð til kommununa. Hann legði upp til, at lógin um løn undir útbúgving kanska er misskilt.

Áheitan frá borgarstjóranum í Havn
“Útbúgving av heilsurøktarum má ikki steðga”, ljóðaði áheitanin frá Elsu Berg, borgarstjóra í Havn, í skrivi til miðlarnar hósdagin. Hon ásannar, at tað er ein smeitur fyri eldraøkið, at eingin flokkur byrjar 1. februar, og ger, eins og formaðurin í KAF, vart við, at útbúgvingarleisturin átti at verið smidligari. Hon sigur víðari, at:

  • Tórshavnar kommuna hevur sett tvær milliónir av til at útbúgva heilsustarvsfólk í 2026.

  • Kommunan var í ferð við at viðgera einastu umsókn, sum kom inn, men hevur síðan fingið boð um, at ov fáar umsóknir eru til at útbúgva seg.

  • Okkum tørvar tí ein útbúgvingarleist, har starvsfólk, sum longu eru á eldraøkinum, kunnu førleikamenna seg og útbúgva seg sum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, meðan tey partvíst eru í starvi.

Kunnu vit blíva við at bíða og vóna?
Nógv bendir á, at skipanin við løn undir útbúgving er ov trupul at søkja um, tá søkjast til somu útbúgving á tveimum støðum. Tí má hon eftirmetast og gerast greiðari beinanvegin. At krossa fingrar og vóna betri undirtøku í summar, tá næsta upptøka av heilsurøktaralesandi er, er ikki nøkur haldgóð loysn.

Heilsurøktarafelagið
Bingerð H. Fosságil,
forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #