Smoltstøð hjá Bakkafrost í Applecross í Skotlandi.
Smoltstøð hjá Bakkafrost í Applecross í Skotlandi.
Virksemið í Skotlandi kostaði Bakkafrost 60 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi í fjør.
Tí boðar Bakkafrost frá.
Serliga doyði fiskur illa av sjúku í Portree anlegginum hjá Bakkafrost á oynni Skye.
Sama tíðarskeið hevði Bakkafrost ongar nevniverdar útreiðslur av deyðiligheit í sínum føroysku alibrúkum.
Samlaða HOG tøkan í Føroyum í fjør var 83,6 túsund tons við miðalvekt á 5,6 kilo fyri hvønn laks. Í Skotlandi var samlaða tøkan 23,2 túsund tons við miðalvektini 4,1 kilo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



