

Skotska felagið hjá uppsjóvarskipum, SPFA, hartar nú ICES fyri nýggjastu ráðgevingina um makrelkvotuna.
ICES mælir til, at kvotan av makreli skal lækka 70% komandi ár.
- Tað tykist sum um, at yvirdrivið varsemi hevur vunnið á veruligum prógvum.
- ICES ráðgevingin hevur sveiggjað nógv seinastu árini, og hesuferð hava tey valt eitt tilvildarligt tíðarskeið fyri at meta um tilgongdina í stovninum.
- Tað kann ikki góðtakast, at haldførið hjá allari vinnuni verður sett í vanda av reinum gitingum, sum eru settar upp í einari telduskipan.
- Tað sama vísundliga grundarlagið hevði givið eitt betri úrslit, um metingarnar fyri tilgongd høvdu verið meira rættvísandi, sigur Ian Gatt, stjóri í SPFA.
Eisini Simon Collins, umboðandi uppsjóvarvinnuna í Hetlandi, gevur lítið fyri ICES ráðgevingina.
- Vit stuðla vísindaligum vegleiðingum, tá ið tær eru undirbygdar við veruligum data og eini hollari vísindaligari tilgongd.
- Vit góðtaka als ikki hetta nýggja modellið hjá ICES, har tilvildarligar gitingar og óvísindaligar metingar av veruligum data geva eina ráðgeving.
- Hetta hóttir eisini ein týðandi part av bretska fiskiflotanum umframt virkir og veitarar á landi, sum eru tengd at makrelfiskiskapinum.
- Soleiðis eigur eingin vísindaligur stovnur at bera seg at, sigur Simon Collins.
Les meira her: Scottish mackerel fishermen slam catch advice for 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo