Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Vinna

Bretski felagsskapurin Soil Association hevur gjørt av at gevast við síni serligu vistfrøðiligu góðkenning av alilaksi. Felagsskapurin heldur ikki, at fiskavælferðin og umhvørvisviðurskiftini í skotsku alivinnuni eru nøktandi.

Avgerðin varð kunngjørd mánadagin eftir eina umfatandi kanning, sum hevur vart í tvey ár.

Soil Association, sum er ein av kendastu góðkenningarfelagsskapunum í Bretlandi, sigur, at hóast framstig eru gjørd í alivinnuni, eru framvegis álvarsligir trupulleikar við høgum fiskadeyða, sjúkum og umhvørvisárinum.

Felagsskapurin vísir eisini á, at hækkandi hitin í sjónum og vaksandi trupulleikar við hvalspýggjum gera tað truplari at tryggja nøktandi fiskavælferð.

– Vit kunnu ikki longur veita ta trygdina, sum brúkararnir eiga at kunna vænta, tá teir síggja okkara vistfrøðiliga merki á einari vøru, sigur Helen Browning, stjóri í Soil Association.

Felagsskapurin fer nú at samráðast við alivinnuna um eina skipaða avtøku av góðkenningini. Ætlanin er, at merkið skal vera burtur av laksavørunum í seinasta lagi við árslok 2027.

Alivinnan vísir atfinningunum aftur
Salmon Scotland, sum umboðar skotsku alivinnuna, leggur dent á, at skotskur laksur framvegis kann seljast sum vistfrøðilig vøra.

Felagsskapurin sigur seg hava fingið váttan frá bretsku stjórnini um, at alibrúkini framhaldandi kunnu verða góðkend eftir almennu vistfrøðiligu reglunum.

Tað er sostatt ikki øll vistfrøðilig góðkenning av skotskum laksi, sum fellur burtur, men serliga merkið og strangaru krøvini hjá Soil Association.

Kann fáa týdning fyri føroyskan laks
Málið kann eisini hava avleiðingar fyri føroysku alivinnuna, sum kappast við skotskar framleiðarar á bretska og øðrum evropeiskum marknaðum.

Um álitið hjá brúkarunum á skotskum alilaksi viknar, kann tað ávirka kappingarstøðuna á marknaðinum.

Enn er tó ov tíðliga at siga, um avgerðin fær nakra beinleiðis ávirkan á eftirspurningin eftir føroyskum laksi ella laksi frá dóttirfelagnum hjá Bakkafrost í Skotlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #