Mentamálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verður játtanin til Skúlan á Trøðni hækkað við 3,6 mió. kr. til økt undirvísingarvirksemi.
Virksemið og næmingartalið á Skúlanum á Trøðni er vaksið seinastu árini, samstundis sum fleiri næmingar hava tørv á tøttum og starvsfólkakrevjandi stuðli gjøgnum skúladagin.
Í skúlaárinum 2026/27 eru 69 næmingar, og nakrir teirra hava tørv á 1:1-manning stóran part av degnum.
Hetta setur stór krøv til dagligu manningina, harundir fakligu samansetingina í starvsfólkahópinum, tí næmingarnir kunnu hava tørv á serligum førleikum innan eitt nú talu og samskifti, rørslu og motorikk.
Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan á tí skúlaári, teir fylla 18 ár.
Serskúlin kann eftir avgerð hjá landsstýrismanninum eisini skipa fyri undirvísing fyri teimum 18-21 ára gomlu við serligum tørvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



