Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Vinna

Fiskamarknaður Føroyar: Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Væntandi landa allir í vikuni. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Hann landar fyrst í vikuni. Eitt frystilíniskip er á Íslandsrygginum, sjey eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Tann á Íslandsrygginum fær eisini nakað av svartkalva.

Streymurin er brúkiligur til útróður. Tað verður hampuligt veður ein part av vikuni, so tað verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Tvey pør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski. Eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk.

Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Væntandi fer onkur av hinum avstað í vikuskiftinum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Báðir landa í vikuni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #