Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen
Vinna

Fiskamarknaðurin: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar væntandi síðst í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi, men tó verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Tríggir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Væntandi landa allir síðst í vikuni. Smáligt fiskarí. Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Ein frystitrolari er eisini úti.

Seks pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Smáligt fiskarí.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju. Ivasamt um nakar fer út í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma øll at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #