Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Sjúkraflutningstænastan Vágum og kring landið
Spurningar:
1. Kann landsstýriskvinnan tryggja, at støð 30 í Vágum verður mannað allar dagar í árinum frameftir við 2 fólkum?
2. Um ja, hvussu verður hetta gjørt, og hevur landsstýriskvinnan givið boð um hetta?
3. Hvussu er manningarstøðan hjá Sjúkraflutningstænastuni kring landið, og í hvørjum øðrum økjum eru avbjóðingar við at tryggja støðuga manning?
4. Hvørji ítøkilig varandi átøk ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at bøta um avbjóðingarnar hjá Sjúkraflutningstænastuni?
Viðmerkingar:
So hendi tað aftur. Vaktin í Vágum er bert dekkað av einum starvsfólki hesa vikuna.
Ein vælvirkandi sjúkraflutningstænasta er ein grundleggjandi partur av trygdini í heilsuverkinum. Tá álvarslig sjúka ella vanlukka rakar, er Sjúkraflutningstænastan ofta fyrsta liðið í ketuni frá borgaranum til viðgerð í heilsuverkinum. Um hetta fyrsta liðið ikki virkar nóg væl, kann øll ketan slitna. Tað er álvarsligt, tí í bráðfeingis støðum er tíðin, til røtt hjálp er á staðnum, avgerandi. Tí er ein vælvirkandi sjúkraflutningstænasta eisini ein fortreyt fyri málinum um, at fólk skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Fólk skulu kunna kenna seg trygg við, at hjálpin er tøk, tá á stendur, óansæð hvar í landinum tey búgva.
Í svari upp á fyrispurning nr. 52-002/2026 um sjúkraflutning í Vágum og Føroyum sum heild staðfestir landsstýriskvinnan, at Sjúkraflutningstænastan hevur avbjóðingar við manning. Størsta avbjóðingin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum. Um fígging krevst, so vóni eg, at vilji er at finna fígging, men hetta sæst ikki beinleiðis aftur á fíggjarlógini.
Vágafólk halda, at tað er sera umráðandi, at sjúkraflutningsstøðin í Vágum, støð 30, er mannað við meir enn einum fólki, soleiðis at hon kann røkja sín grundleggjandi leiklut í tilbúgvingini í økinum. Men síðani fyrispurningurin varð settur, hava fólk úr øðrum pørtum av landinum eisini víst á avbjóðingar við Sjúkraflutningstænastuni. Tað bendir á, at talan ikki bert er um ein staðbundnan trupulleika.
Tá avbjóðingarnar síggjast aftur í fleiri pørtum av landinum, er natúrligt at hyggja at Sjúkraflutningstænastuni sum einari heild. Tað broytir tó ikki, at ítøkiligir trupulleikar mugu loysast beinanvegin, og at tað er umráðandi, at støðirnar kring landið – undir hesum støðin í Vágum – eru mannaðar, so tilbúgvingin er trygg. Ført verður fram, at ein miðsavning kann ganga út yvir trygdina og tænastuna. Hetta kann gerast sera avbjóðandi fyri fleiri.
Hetta er eitt mál, sum vit politiskt eiga at standa saman um. Endamálið við fyrispurninginum er tí bæði at fáa greiðu á, hvørji átøk kunnu bøta um verandi manningaravbjóðingar beinanvegin í Vágum, og hvussu vit samstundis kunnu tryggja eina landsfevnandi og haldgóða Sjúkraflutningstænastu frameftir.
Á Løgtingi, 2. oktober 2026
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



