Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna 
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum 
Evni: Søla av kommunalum grundstykkjum

Spurningar:   
1. Kann ein kommuna selja kommunal grundstykkir fyri prís, ið er ásettur eftir sakligum leiðreglum, sum taka atlit at staðbundnum viðurskiftum?

2. Um nei, hvørja heimild hevur Løgmálaráðið at nokta hesum?

3. Eru allar kommunur undirlagdar somu tulking hjá Løgmálaráðnum á hesum øki, og hevur aðalráðið eftirlit við øllum bygdum og býum hesum viðvíkjandi?

4. Er landsstýrismaðurin samdur í, at verandi tulking í Løgmálaráðnum forðar kommunum í at tryggja borgarum byggilendi?

5. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta tulkingina, og møguliga lógina um neyðugt, fyri at kommunur kunnu selja grundstykkir, sum taka atlit at staðbundnum viðurskiftum?

Viðmerkingar: 
Kommunurnar eru ein grundleggjandi partur í arbeiðinum at loysa bústaðartrotið, men kommunur hava ávísar avbjóðingar, tá tað kemur til útstykkingar og sølu av grundstykkjum.

Í Tórshavnar kommunu hevur verið vanligt at selja kommunal grundstykkir til kostprís, hetta tí tað skal vera kostnaðarleyst fyri kommununa at útstykkja og fyri at prísurin í kommununi ikki skal vera alt ov høgur, tí eftirspurningurin í høvuðsstaðnum er so stórur.

Í somu kommunu eru tó bygdir, har aðrar avbjóðingar eru, og har tað ikki ber til at selja grundstykkir til kostprís, tí prísurin verður alt ov høgur og ikki kappingarførur við sølur av kommunalum grundstykkjum í grannakommunum. Dømið sum her verður hugsað um, er Kollafjørður, sum hoyrir til Tórshavnar kommunu, og Hósvík, sum hoyrir til Sunda kommunu.

Tað er umráðandi, at ein kommuna kann nøkta tørvin á bústøðum í allar kommununi og hartil hoyrandi bygdum, og í eini kommunu, sum fevnir so víða, eru atlitini rættiliga ymisk, og hetta ávirkar sjálvsagt prísin.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. 

Á Løgtingi, 10. oktober 2025 
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo