Kendi danski sjónvarpsmaðurin og føroyavinurin, Søren Ryge Petersen, hugleiðir hesaferð um lívið, deyðan, heystið og vónina í sendingini Gudstjenesten sum dr.dk plagar at senda sunnudagar undan sjónvarpsguðstænastuni.
Í sendingini greiðir Søren Ryge millum annað frá barnaárunum í Sydslesvig, har skúlin fjúrtanda hvønn dag var brúktur til kirkju, júst sum vit kenna frá summum smáum bygdum í Føroyum, eitt nú Gásadali og fyrr í tíðini eisini Slættanesi. Pápin var deknur og mamman organistur, og sjálvur minnist hann, hvussu væl honum dámdi sálmasangin.
Í dag er tað tó jarðarferðirnar sum fylla mest. Og sjálvur hevur hann gjørt sær tankar um, hvar hann vil liggja, og hvussu grøvin skal síggja út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



