

Vestmanna skúli fekk bæði sól- og dagljósorku longu fyri góðum 20 árum síðani. Talan var um verkætlan har táverandi Oljumálaráðið við Eyðun Eltør, landsstýrismanni, á odda, ið saman við Vestmanna kommunu avgjørdu at royna sólorku og dagljósorku sum ískoyti til ravmagnsnýtslu skúlans.
Góður sólargangur er á Vestmanna skúla og tekurnar hava passligt hall til góða gangnýtslu av varandi orku.
Hugsanain var at royna monokrystall sólkyknur í mun til sonevndan "tripple junction" dagljós membran, og síggja hvør munur kundi verða millum einar 850 sólorkutímar mótvegis umleið 4.000 dagljóstímum um árið.
Microsoft telduforrit og dataloggari vóru sett til útbunaðin, og við hugsanini, at hesin framkomni tøkniútbúnaður kundi gerast ein liður í alis- og evnafrøði frálæruni til 8-10 flokk í skúlanum.
Tianverri legði SEV seg ímillum og setti fót fyri ætlan skúlans, og fór avstað við bæði forritinum og dataloggaranum, og við úrslitinum at eingin annar enn SEV / Klæmint Weihe visti nakað um hvat sól- og dagljósorka kundi veita av grønari orku.
Apropo dagsins álvarsmál í Føroya rætti har Finn Jacobsen fekk hálvtannað ára dóm fyri svik, var tað just hesin maður, handlangari SEV´s / Klæmint Weihe, har Finn tá hevði sítt starv, ið gav harraboð frá stjóranum, at eingin sólorka skuldi setast upp á tekjuna á Vestmanna skúla fyrr enn eg, sum ráðgevi og arkitektur, var tveittur á dyr.
Í eitt heilt ár lá allur útbúnaðurin í einum pakkhúsi í Vestmanna og savnaði dust, men bleiv síðan settur upp á tekuna.
Táverandi borgarstjórin var ovfarin av arbeiðsháttinum hjá SEV / KLæmint Weihe og harraboðunum frá Finn Jacobsen, men var so einki annað at gera. Sáttmála hevði eg við kommununa og Oljumálaráðið, ið mátu gjalda mær írestandi upphæddina fyir eitt annars ikki liðugt arbeiði.
Soleiðis arbeiddi SEV tá við stjóranum Klæmint Weihe, ið flestum kunnugt eisini bleiv ripaður á dyr.
Bert til kunningar, at Vestmanna skúli sum fyrsti skúlin setti upp grøna orkuskipan fyri góðum 20 árum síðani.
Kári Thomsen, ark.MAA
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo