Bogaskjótisambandið: Spenningurin helt sær til seinasta píl í compound-kappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá monnunum mátti bronsu-dysturin avgerast við shoot-off.
Summarið hjá føroysku bogaskjúttunum endaði við einum braki, tá FM-kappingin í bogaskjóting úti varð skotin á skjótibreytini í Hoydølum leygardagin.
Hjá recurve-kvinnunum var Pernille Krogh úr Vágaskoti tíverri einsamøll hesa ferð, so henni nýttist bert at skjóta sítt innleiðandi umfar fyri at endurvinna FM-gullið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



