Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður 
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum 
Evni: Status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er framd

Spurningar:   
Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat status er við hesum verkætlanum:

1. Tunlarnir norður um fjall – er nakað fíggjarligt útistandandi millum byggiharra og byggifelagið, sum framdi verkætlanina? – Um so er, hvussu stór er upphæddin? – Er svarið játtandi, er upphæddin tá tøk innan fíggjarligu karmarnar?

2. Fámjinstunnilin – er hann endaliga avhendaður og avroknaður við byggifelagið, ella er enn arbeiði eftir at fremja?

Viðmerkingar: 
Tað er av stórum týdningi, at Løgtingið í sambandi við viðgerð av fíggjarlóg og játtanum til verkætlanir hevur greiða og dagførda kunning um støðuna í byggi- og  tunnilsverkætlanum, serliga um avbjóðingar eru í fíggjarligum avrokningum.

Tað eigur at verða greitt, um verkætlanir, sum eru lidnar ella um at verða lidnar, men ikki endaliga avroknaðar, kunnu viðføra stórar eykakostnaðir og krav um eykajáttanir.

Hetta er viðkomandi bæði fyri fíggjarliga gjøgnumskygnið og fyri álitið á almennar verkætlanir.

Tí verður hesin spurningur settur. 

Á Løgtingi, 9. oktober 2025 
Johan Dahl     
   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo