Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Ríkisveitingin
Spurningar:
1. Hvussu stór hevur árliga ríkisveitingin verið frá og við 1988?
2. Hvussu stórar hava árligu inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?
3. Hvussu stór hevur árliga bruttotjóðarúrtøkan verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?
Viðmerkingar:
Um aldarskiftið táttaði blokkurin í milliardina og var tá útvið tjúgu prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum).
Men nógv vatn er runnið í ánni síðan tá.
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at tað er langt ímillum føroyingar, sum bretta sær á av at móttaka hesa veiting, ið er fíggjað av donskum skattgjaldarum.
Serliga havandi í huga, at vit hava hægri BTÚ per íbúgva enn Danmark.
Men vit brúka blokkin, sum vit hava hug. Har er eingin oyramerking í veitingini, hóast tað ofta verður hildið uppá, at blokkurin rindar fyri hetta ella hatta; og mangan verður fjøður til fimm høsn.
Blokkurin er minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður ímóti hálvari milliard; og er nú undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum) og undir tvey prosent av BTÚ. Varð hann avtikin í einum, høvdu vit tí neyvan merkt meir enn eitt lítið sveiggj í búskapinum.
Men hóast hann nú bert er ein fíggjarligur viðfáningur, so fyllir blokkurin framvegis nógv í politiska kjakinum.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 17. desember 2025
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



