Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Skúlablaðið: Í 2024 vóru 35 fráboðanir. Í 2025 vóru 138. Hetta er ein vøkstur á 294 %. Tað merkir ikki neyðturviliga, at trupulleikarnir eru vorðnir so nógv størri, men heldur, at fleiri kenna til SSP, brúka skipanina og venda sær til SSP-ráðgevingina, tá tørvur er á ráðgeving, sparring ella hjálp.

SSP-lærarin er tann, sum oftast fráboðar, og fylgir væl við, hvat gongur fyri seg. Men eisini foreldur, næmingar og onnur seta seg í samband við SSP-ráðgevingina. Evnini, ið ofta ganga aftur, er ymiskt innan miðlanýtslu og talgildan ágang, happing, lokking, harðskap og hóttanir. Hetta eru øki, sum serliga kunnu ávirka trivnaðin, og tí er tað av stórum týdningi, at vaksin kring børnini samstarva tíðliga, og leikluturin sum SSP-lærari er sjónligur.

SSP-samstarvið er ikki ein skjót loysn, men eitt langt og støðugt arbeiði. Tað snýr seg um at vera nærverandi, seta inn tíðliga, styrkja tvørfakligt samstarv og byggja brýr millum skúla, heim og frítíðarlív. Eftirmetingin og tølini vísa, at arbeiðið ger mun. Nú ræður um at halda fast, styrkja samstarvið og seta inn, har tørvurin er størstur.

SSP-samstarvið er í støðugari menning. Arbeitt verður bæði við at styrkja tað fyribyrgjandi arbeiðið, fáa betri innlit í tørvin hjá børnum og ungum og at stuðla skúlunum í teimum avbjóðingum, sum fylla í gerandisdegnum. Í hesum sambandi er ein eftirmeting gjørd av SSP-samstarvinum. Úrslitini eru sera jalig og geva eina góða mynd av, at samstarvið hevur týdning. Tey umboða millum annað SSP-lærarar, SSP-samskiparar, SSP-politistar og ungdómshús. Nógv flest av teimum, sum hava svarað, eru SSP-lærarar.

Les meiri í Skúlablað nr 4, 2026. Myndin er frá einum SSP-foreldrafundi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #