Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Onnur tíðindi

Føroya Rættur hevur dømt eigaran av Starvsportal.fo fyri ólógliga viðgerð av persónupplýsingum hjá 16 starvssøkjandi.

Umsóknirnar vóru móttiknar gjøgnum funkuna Quick Apply í 2022 uttan neyðugt lógligt grundarlag. Starvssøkjandi fingu heldur ikki kravdu upplýsingarnar um viðgerðina.

Dátueftirlitið mælti upprunaliga til 100.000 krónur í sekt. Rætturin metti tó 20.000 krónur vera hóskandi, millum annað tí árligi umsetningurin var undir 400.000 krónum.

Vegna drúgva málsviðgerðartíð varð sektin lækkað til 7.500 krónur.

Dátueftirlitið tekur undir við metingini hjá rættinum og minnir á, at eisini smáar fyritøkur skulu halda dátuverndarlógina.

les alt málið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #