Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer
Tiltøk

Komandi vikuna fer psykoterapeuturin Steen Palmqvist at hava fleiri spennandi og gevandi fyrilestrar kring landið.

Steen hevur í gjøgnum nógv ár verið virkin sum terapeutur, og hava hann og konan eisini búð í Føroyum í longri tíðarskeið, so hann kennir væl til føroysk viðurskifti.

Evnini fevna víða um persóns- og familjuviðurskifti, ið vit kenna okkum aftur í, tí vit mangan renna okkum í støður, ið bæði kunna vera spennandin og sera avbjóðandi.

Steen evnar meistarliga á ein nærverandi og tryggan hátt, at umrøða og viðgera ofta trupul evni, ið ganga okkum nær, so at vit kenna okkum aftur uttan at krympa tærnar. 

Samstundis megnar hann at geva praktiska ráðgeving og amboð til at loysa avbjóðingarnar ella læra at liva í umstøðum sum flest øll kenna aftur.

Øll eru vælkomin til fyrilestrarnar, ið eru ókeyðis. Tó verður eisini høvið til at stuðla arbeiðnum hjá Agape Føroyum, sum er vertur og fyriskipar vitjanina.

Sí meira á www.agape.fo og á facebook vanganum Agape Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #