Hagstovan: Tann 1. juni búðu 55.409 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 647 fólkum, ella 1,2 prosentum seinastu tólv mánaðirnar.
Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum.
Serliga nettoflytingin hevur havt eitt stórt íkast til fólkavøksturin seinasta árið.
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 185 fólk og einari nettoflyting á 462 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 647 fólk — 401 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 30 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 22 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 89 í undanfarna tíðarskeiði upp í 462 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



