- Veruligi spurningurin er, við hvørjum rætti Danmark hevur ræðið á Grønlandi? Hvat er teirra grundarlag fyri at hava Grønland sum danskt hjáland?
Hesar spurningar setti varastápsstjórin, Steven Miller, hjá amerikanska forsetanum Donald Trump í samrøðu við CNN, har hann eisini segði, at í Grønlandi búgva bert 30.000 fólk.
Orðaskiftini um Grønland hava eisini elvt til heitt kjak millum brúkarar á sosialu miðlunum, sum umrøða søguligu viðurskiftini millum Danmark og Grønland - og hvussu Grønland einaferð kom undir danska kongaríkið.
Í einum av fleiri innleggum, harímillum X, stendur, at Danmark stjól Grønland frá Noregi eftir Napoleonskríggini í 1814.
- Tann avgerandi stuldurin kom eftir 1814: Danmark noyddist at avhenda Noreg, men varðveitti ólógliga Noregs yvirsjóøki: Grønland, Ísland og Føroyar, stendur at lesa í einum uppslagi, sum er sæð yvir 400.000 ferðir á X.
Hendan tulkingin av yvirtøkuni hjá Danmark av Grønlandi er tó bæði skeiv og uttan søgulig prógv, sambært granskarum, sum TjekDet hevur tosað við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



